Nýggj tøl frá ES-hagstovuni Eurostat vísa, at arbeiðsloysið í evrulondunum vaks í februar, hóast serfrøðingar sambært tíðindatænastuni Bloomberg høvdu mett, at tað stóð í stað.
Tey nýggju tølini vísa, at arbeiðsloysið í evruøkinum var 10,8 prosent í februar ímóti 10,7 prosentum í januar.
Sambært Eurostat hevur arbeiðsloysið ikki veri so stórt í økinum tey seinastu 10 árini.