Danska ídnaðarfelagið væntar, at arbeiðsloysið í Danmark fer at minka tey bæði næstu árini.
Framrokningar hjá felagnum siga, at minkingin verður ikki stór í ár, men at so fer ferð at koma á. Ídnaðarfelagið væntar, at 30.000 nýggj arbeiðspláss koma afturat næsta ár, og at nógv tey flestu vera í teirri privatu vinnuni. Tað verða yvirhøvur arbeiðsleys, sum fara at manna tey nýggju arbeiðsplássini, og tí væntar ídnaðarfelagið, at arbeiðsloysið fer at minka. Felagið væntar, at 17.000 arbeiðsleys fáa arbeiði næsta ár, og at 13.000 afturat fáa arbeiði í 2006. Heldur hetta, verða umleið 145.000 danir arbeiðsleysir við árslok í 2006, og so lítið hevur arbeiðsloysið ikki verið síðani tíðliga í 2002.
Orsøkin til bjartskygnið hjá ídnaðarfelagnum er, at tað gongur tann rætta vegin í danska búskapinum. Tann privata nýtslan veksur, og harafturat veksur útflutningurin eisini.