Arbeiðsloysið fer kanska at liggja um seks prosent

Vit sleppa ikki undan, at fólk verða søgf upp, sigur løgmaður

Verða øll tey, sum nú eru í serligu korona-skipanini hjá Als, ordiliga arbeiðsleys, verður arbeiðsloysið kring landið eini 11 prosent.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt løgmann, hvussu samgongan ætlar at hjálpa ferðavinnuni, sum er í knúsi, og hvussu samgongan ætlar at fyribyrgja, at arbeiðsloysið verður ov høgt í kjalarvørrinum á korona.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at arbeitt verður við einum hjálparpakka til ferðavinnuna. Hann sigur, at gongst sum ætlað, verður hjálparpakkin lagdur alment fram seinni í vikuni og so verður hann lagdur fyri Løgtingið í næstu viku.

Hann sigur einki um, hvussu ferðavinnan skal hjálpast, men hann væntar, at tiltøkini fara at hjálpa henni at hóra undan kreppuni, so at hon verður klár, tá ið gongd kemur á aftur.

Men løgmaður væntar ikki, at tað slepst undan uppsagnum, tí tað kann landsstýrið ikki forða fyri.

Men hann leggur afturat, at so hvørt sum samfelagið er latið upp aftur, hava fyritøkur eisini sett ferð á, og hava tikið fólkið aftur til arbeiðis.

Tá ið flest fólk vóru í korona-skipanini hjá Als, vóru 4.320 fólk í henni. Tað var tann 4. apríl, men í morgun er 2.240 fólk eftir í skipanini. Talan er um 1.141 menn og 1.099 kvinnur.

Hinvegin er vanliga arbeiðsloysið eisini hækkað nakað, tí á grækarismessum tann 12. mars, vóru fingu sløk 300 fólk vanligan arbeiðsloysisstuðul, men nú er talið komið upp á 432 fólk, 200 menn og 232 kvinnur.

Fara øll, sum nú eru í koronaskipanini hjá Als, undir vanligu Als, verður arbeiðsloysið upp á 11 prosent. Men tað verður mett heilt ósannlíkt.

Heldur væntar løgmaður, at helvtin fer í vanliga arbeiðsloysisskipanina og so verður arbeiðsloysið í mesta lagi eini seks prosent.

Tað heldur hann vera ov høgt, men hann væntar ikki at tað fer at standa við. Tá ið korona-kreppan er av, væntar hann, at alsamt fleiri fara aftur til arbeiðis, sigur hann.