Danmark
Árni Joensen
20.200 danir gjørdust arbeiðsleysir í juli ársfjórðingi, og tað hevur skelkað donsku búskaparfrøðingarnar, sum høvdu mett, at talið fór at liggja um 5.000. Men tølini hjá donsku hagstovuni vísa, at 5.100 fólk í byggivinnuni mistu arbeiði frá juli til oktober, samstundis sum 6.700 fólk í ídnaðinum gjørdust arbeiðsleys. Harafturat vísa tølini, at kommunurnar hava sagt 3.400 fólkum úr starvi í sama tíðarskeiði.
Johnny Bo Jakobsen, búskaparfrøðingur hjá Nordea-bankanum, heldur gongdina vera eitt tekin um, at arbeiðsmarknaðurin megnar ikki at standa ímóti teirri búskaparligu afturgongdini longur. Hann sigur, at danir tí kunnu rokna við, at uppaftur fleiri fara at missa arbeiðið næstu mánaðarnar.
Tølini hjá hagstovuni vísa eisini, at danska arbeiðsmegin minkar, og tað er beint tað øvugta av tí, sum stjórnin hevði væntað. Útrokningar hjá arbeiðsgevarafelagnum vísa, at arbeiðsmegin er minkað so nógv í ár, at skulu framrokningarnar hjá stjórnini fyri árið í ár halda, skulu 94.000 arbeiðstakarar koma afturat teir seinastu tríggjar mánaðarnar í ár. Og tað er óhugsandi.