Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at vit eisini fáa eitt gjald til Arbeiðsmarknaðarútbúgving, AMÚ, sum skal fíggja útbúgvingskeiðsvirksemi hjá verkafólkinum.
? Í Føroyum eru vit so bangin fyri arbeiðsmarknaðargjøldum, men bera vit saman við Danmark, so eru arbeiðsmarknaðargjøldini í Danmark 9%, meðan tey í Svøríki eru um 12-13, sigur Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins.
Gjøldini skulu sambært Javnaðarflokkinum hækkast soleiðis:
20022005
Barsilsskipanin0.25%0.25%
AMÚ 0.00%0.25%
Samhaldsfasti 0.50%2.00%
ALS 1.25%0.75%
Gjøld tilsamans 2.00%3.50%