Seinnapartin í dag umleið kl. 14.10 hendi ein syndarlig arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni.
Løgreglan sigur, at ein dumpari bakkaði útav ovarliga í grótbrotinum, har hann skuldi vippa eitt less av.
Av enn ókendum orsøkum fer dumparin á glið niður eftur skráanum, og endar á takinum í einum tríggjar metra djúpum hyli.
Sjúkrabilur, sløkkilið, froskmenn, politi og ein stórur arbeiðskrani vóru skjótt send á staðið, men umstøðurnar gjørdu, at ikki var lætt at bjarga føraranum, tí at talan er um ein dumpara, ið vigar 35 tons og trupult var sleppa tætt at vanlukkustaðnum.
Førarin, sum var ein 73 ára gamal maður, varð staðfestur deyður á staðnum, eftir at hann var bjargaður út úr førarahúsinum.
Tey avvarðandi eru kunnað um vanlukkuna, og arbeiðseftirliið og politiið kanna nú vanlukkuna, sigur løgreglan.
.