- Laksastrúkingin hjá Fiskaaling í heyst er søgulig, tí hetta er seinasti laksurin, sum er aldur og kynbøttur á Fiskaaling.
Tað sigur Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling.
- Talan er um stívliga 2000 lívfiskar. Teir fyrstu 1000 er komnir úr Skopun og norður til Áir, og strúkingin er byrjað. Teir næstu 1000 lívfiskarnir koma úr Skopun seinast í oktober. Væntandi koma hesar báðar strúkingarnar at geva góðar 15 miljónir rogn, sum øll longu eru umbiðin.
Stjórin vísir á, at tá hetta er seinasti laksurin, sum er kynbóttur á Fiskaaling, er avgerð tikin um at frysta niður sil frá hesum laksi, soleiðis at hesar ílegurnar kunnu verða varðveittar.
- Næsta heyst verður so byrjað at strúka laksin, sum er kynbøttur hjá SalmoBreed í Noregi, og hesin er skraddaraseymaður eftir ynskjum frá føroysku alarunum.
Kristian Petersen vísir á, at tá føroyski lívfiskurin gongur í kørum á landi á lívfiskastøðini í Skopun, eru stórir møguleikar fyri at ljós- og hitastýra laksin, soleiðis at hann verður kynsbúgvin aðrar tíðir, enn náttúrligt er.
- Rognini undan hesum laksi verða vanliga nevnd ”off season- rogn”. Náttúrliga kunnu vit veita vinnuni rogn frá desember til apríl. Við smávegis ljósbroytingum hava vit víðkað tíðarskeiðið frá november til juni. Arbeitt verður nú við at økja tíðarskeiðið enn longur, kanska til stóran part av árinum.
Hann sigur, at ein roynd í løtuni verður gjørd at koma á marknaðin við ”off season-rognum”. Um alt gongur eftir ætlan, skuldi verið møguleiki hjá føroysku alarunum at fingið hesi rogn í september/ oktober í 2014.
- Henda møguleika hava normenn ikki í løtuni, tí teirra lívfiskur gongur á sjónum. Okkara samstarvsfelagar í Noreg - SalmoBreed - hevur víst stóran áhuga í okkara rognaframleiðslu. SalmoBreed metir, at tá okkara rogn komandi heyst eisini er av hægstu genetisku góðsku, skuldi marknaðurin fyri ”off season-rognum” í Noregi verið lovandi.
Stjórin í Fiskaaling sigur, at áðrenn møguleiki verður at útflyta rogn, má føroyska fiskasjúkustøðan skjalprógvast fyri londunum, ið vit skulu útflyta til, umframt at útbyggingar mugu gerast.
- Arbeitt verður í løtuni við hesum, leggur Kristian Petersen aftrat í seinastu útgávuni av Alitíðindum.