Gunnar vann á Jóan Símuni - Víkingur Reykjavík er fremst

Gylfi Þór Sigurðsson staðfesti sigurin hjá Víkingi Reykjavík

Í kvøld møttust liðini hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Gunnari Vatnhamar, KA og Víkingur Reykjavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á Greifavøllinum á Akureyri eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-0 á KA við einum máli í hvør sínum hálvleiki. Gunnar spældi allan dystin, meðan Jóan Símun var á vøllinum seinasta hálva tíman. Kendi leikarin, Gylfi Þór Sigurðsson staðfesti sigurin hjá Víkingi. 

 

KA-Víkingur Reykjavík 0-2 (0-1)

0-1 Nikolaj Andreas Hansen ('31 )

0-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('69 )

 

Tá 76 minuttir vóru leiktir av dystinum kom ein góður hornasparksbóltur inn í brotsteigin hjá KA. Gunnar drønstútaði bóltin, men tíverri rakti bólturin tvørstongina, so tað rakk ikki til eitt mál á hesum sinni. Gunnar hevur verið sera vandamikil í hesum støðunum, bæði fyri Víking og fyri landsliðið.

 

Víkingur er fremst í deildini við 26 stigum fyri 12 dystir. KA er næstaftast við 12 stigum. 

 

Komandi fríggjakvøld hevur KA heimadyst móti Vali. Komandi sunnukvøld hevur Víkingur heimadyst móti Afturelding.