Herfyri visti in.fo at siga, umvegis heimasíðuna hjá Vágs kommunu, at ætlanirnar at gera gamla svimjihylin í Vágs skúla til auditorinum nú nærkaðust veruleika.
Tá varð skrivað soleiðis:
Til fíggjarætlanina í ár setti býráði 750.000 krónur av til at byrja uppá arbeiðið. Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av svimjihylinum, so sleppast kann inn frá ganginum, har miðdeildin gongur.
Og nú er arbeiðið byrjað. Suðuroyar Betongsaðing og Norcon fóru í dag undir at gera hol í tjúkku veggirnar, har áður var djúpur svimjihylur. Her verður sjálvur pallurin, og verður hetta sostatt inn- og útgongdir av pallinum.
Myndirnar eru tiknar í dag.
##med2##
##med3##
##med4##