Nú skal størri dentur leggjast á, hvussu sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássum kring landið.
Í hesum sambandi hevur Arbeiðseftirlitið nú sett sálarfrøðing í starv at fáast við hetta arbeiðsøki.
Tað er Anna Arnfríðudóttir Andresen, sum er sett í starv sum sálarfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum.
Hon tók prógv sum sálarfrøðingur í fjør, og síðani hevur hon arbeitt sum sálarfrøðingur á Sálarfrøðistovuni, til hon nú er sett í starv á Arbeiðseftirlitinum.
Á fíggjarlógini varð játtanin til Arbeiðseftirlitið hækkað við tí endamáli at seta ein sálarfrøðing í starv.
Seinastu árini hevur kikarin av álvara verið settur á sálarliga arbeiðsumhvørvið og tað er í hesum sambandi, at játtanin til Arbeiðseftirlitið varð hækkað.
Leivur Persson, leiðari á Arbeiðseftirlitinum, sigur, at endamálið er at styrkja vitanina á stovninum um sálarligt arbeiðsumhvørvi.
- Annars er Arbeiðseftirlitið bara mannað við teknikarum ymsum slagi, byggifrøðingum, maskinmeistarum og verkfrøðingum, sigur hann. Tí er ein sálarfrøðingur nú settur í starv, sum skal vera við til at gera eftirlit á arbeiðsplássum, og at útgreina sálarliga arbeiðsumhvørvið.
- Endamálið er at staðfesta um eitt arbeiðspláss lýkur treytirnar í arbeiðsumhvørvisógini, og gera tey ikki tað, kunnu vit so so áleggja teimum at gera broytingar, sigur leiðarin.