Virkisleiðarar á fiskavirkjunum gremja seg ofta um, at tað gongur so illa at fáa fólk, hóast stórt arbeiðsloysi er í landinum.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, kennir nakrar orsøkir til, at fiskavirkni hava so ilt við at fáa fólk.
- Mangan verður tosað um allar sjómenninar, sum eru farnir av landinum, men vit mugu ikki gloyma, at heilt nógv av teimum royndu fiskavirkisfólkunum eru farin bæði til Noregs, Íslands og Danmarkar at arbeiða. Og tað eru serliga tey ungu, sum eru farin.
- Tá fiskavirkini skulu hava fólk, royna tey sjálvsagt fyrst at fáa roynd fólk, men tey eru so fá eftir. Haraftrat kemur, at eingin nýggj koma aftrat, við tað at eingin sleppur at útbúgva seg til at arbeiða í fiskivinnuni, sigur Ingeborg Vinther.
Útbúgving
alla aðrastaðni
Hon sigur, at Føroyar eru einasta norðurlandið, sum ikki útbúgvir fólk til at arbeiða í fiskivinnuni. T.d. í Íslandi standa arbeiðsgevarar og fakfeløgini í felag fyri skeiðum, sum verða hildin, tá uppløga er, og sum tað almenna rindar. Í Noregi fáa fiskavirkisfólkini fakbræv, tá tey eru úrlærd, og tey fáa tá fasta og hægri løn.
- Høvdu vit havt eina útbúgving, har fólk kundu lært alt fiskin, frá tí hann kemur á land, og til hann fer av landinum aftur sum útflutningsvøra, ivist eg ikki í, at áhugin fyri fiskavirkisarbeiði hevði verið størri. Tað arbeiðið verður so lítið virt, og fyri nógv er tað tí ein neyðloysn, heldur Ingeborg.
- Vit hava fiskivinnuskúlan, men hann er meira til t.d. rakstrarleiðarar og formenn.
Ikki bara skúlaungdóm
- Eg skilji ikki, hví eingin orka verður løgd í at útbúgva tey, sum arbeiða við hondunum. Sjálvandi skulu vit hava skúlar, studentaskúlar, handilsskúlar og aðrar skúlar, men tað gongur ikki, at allur ungdómurin skal hava hægri útbúgving. Nøkur mugu arbeiða við hondunum, og eg ivist ikki í, at fanst ein slík útbúgving, har tey eisini kundu lært vanlig fak, um skúlagongd teirra hevur verið ov stutt, hevði tað økt um áhugin fyri at farið á virkini at arbeitt. Tað hevði virkað meira lokkandi.
Má loysast
Men tað eru eisini aðrar forðingar hjá arbeiðsleysum knappliga at skula til arbeiðis, tá tey verða kallað, og ein stórur truplleiki er vantandi barnaansingin.
- Mammur við smábørnum sleppa ikki til arbeiðis, tí tær fáa ikki børn síni ansað. Sum arbeiðsleysar hava tær ikki ráð at hava børnini í ansing, um nøkur finst í bygdini. Og hava tær børnini í dagrøkt ella barnagarði sum arbeiðsleysar, fáa tær óivað at hoyra frá øðrum, hvussu nógv fyri tað er, at tær taka pláss frá øðrum, og tað alemnna rindar. Siga tær so nei til at koma til arbeiðis, fara tær í karantenu og fáa einki frá ALS.
- Hetta eru ávarsligir trupulleikar, sum vit mugu taka upp, sigur Ingeborg.
Hon ber ótta fyri, at júst hesin trupulleikin kann gerast enn størri, um uppskotið um, at kommunurnar skulu gjalda størri part av barnaansingini, verður til nakað. Í teimum kommunum við stórum arbeiðsloysi, er kommunuskatturin høgur, og har kunnu vit vænta, at skorið verður niur á talið á ansingarplássum, tí ikki ber til at hækka skattin.
Tvørlig skipan
Tá Arbeiðsloysisskipanin kom í sínari tíð, varð stórur dentur lagdur á, at tað altíð skuldi loysa seg at arbeiða.
- Tað var í lagi, tí vit vildu hava eina einfalda skipan, har tað var lætt at koma inn og fara úr, men tað harmiliga er hent, at tað er blivið so lítið hugaligt hjá fólki at átaka sær arbeiði fyri stytri tíð, tí tað er so trupult at skula inn og út úr ALS-skipanini. Fólk orka ikki alt tað stríðið, og so halda tey tað ikki loysa seg at átaka sær arbeiði. Tænastan hjá ALS er eisini ov vánalig, tíð tað hendir meira enn so, at fólk venda sær til okkara, eftir at tey hava veriðhjá ALS og har tosað við trý fólk, sum hava givið teimum ymiska svar upp á sama spurning, sigur Ingeborg. Henni dámar væl uppskotið hjá Rógva Reinert, virkisleiðara í Fiskavirking, um at inntøka ikki skuldi verið í arbeiðsloysistuðlinum, fyrr enn inntøkan fór upp um eitt ávíst mark.
- Tað hevði ikki verið tað býttasta, tí sum er verður hvør króna og meira aftrat mótroknað, og hetta tekur hugin frá fólki at átaka sær arbeiði.
Harðari reglur viðvíkjandi karantenu, t.v.s. longri karantenutíð kanska 2. og 3. ferð tú noktar at átaka tær eitt ávíst arbeiði, heldur Ingeborg lítið um. Tað skal annað enn revsing til fyri at fáa ALS-skipanina at virka betur, heldur hon.
Mugu hava
lokalar ávísingar
Eftir hennara tykki eiga lokalar arbeiðaávísingar aftur at verða settar á stovn kring landið, tí tað er lættari lokalt at finna fólk. At tað skal vera so torført í eini bygd at arbeiða á ávísing, tí tey fáa seg ikki til at boða ALS frá, um onkur ikki vil hava eitt arbeiði, tað kennir Ingeborg einki til.
- Tað er í hvussu er greitt, at ALS-skipanin ikki fæst at virka, um hon ikki arbeiðir saman við lokalfeløgunum, sum gjørt varð í fyrstuni. Men tað blæeiv so tvørligt, at feløgini søgdu uppgávuna frá sær. Fleiri feløg gjørdu íløgur, útvegaðu sær t.d. telefax og høvdu annars arbeiðsleys fólk at arbeiða nakrar tímar á ávísingunum. Fakfeløgini løntu sjálv hesum fólkum. ALS læt onga samsýning men var kvik at mótrokna í stuðlinum, hesi fólkini fingu.
Eitt bakkast
- So tók postverkið yvir, og tey arbeiðsleysu fóru hagar at stempla. Tað haldi eg var eitt stórt bakkast fyri skipanina, tí tey arbeiðslysu kundu ikki fara á posthúsið við spurningum um stuðulin, soleiðis sum tey kundu hjá fakfelagnum. Tað hevði so nógv at siga fyri fólk, at tey kundu fara til felagið, tí arbeiðsleys hava mangan brúk fyri at tosa við onkran um støðuna.
Ilt kemur í Ingeborg, tá hon hoyrir fólk siga, at tey arbeiðslysu ikki tíma at arbeiða.
- Sjálvandi er altíð okkurt tílíkt dømi, men tey allar flestu vilja heldur enn gjarna til arbeiðis og harvið kenna, at samfelagið hevur brúk fyri teimum. Eg kenni heilt nógv arbeiðsleys, sum royni eftir hvørjum arbeiðstíma, sum fáast kann.
Tíma ikki alt roksið
- Og so kenni eg eisini nøkur, sum ikki tíma at vera í ALS, tí tað er so tvørligt alt. Hvør einstakur arbeiðsleysur skal til Havnar til samrøðu fyri at koma í skipanina. Summi tíma ikki alt tað roksið og royna bara at klára seg sum frægast onkursvegna, og summi vilja heldur ikki verða skrásett sum arbeiðsleys, sigur Ingeborg.
Á ársfundinum hjá ALS nevndu bæði hon og onnur fakfelagsfólk, at heilt nógv arbeiðsleys ongastaðni eru skrásett sum arbeiðsleys.
- Eg veit ikki, hvussu nógv tey eru, men tað eru øll tey, sum eru dottin út úr Arbeiðsloysiskipanini og ikki lúka ?elendigheits?treytirnar hjá Almannastovuni fyri at fáa hjálp eftir forsorgarlógini, t.v.s. eigur nakrar krónur at bók til at umvæla húsini fyri, eigur ein bil ella nakrar seyðir.
Neyðugt samstarv
- Nú so nógv fólk eru koyrd úr ALS-skipanini, skuldi borið til at brúkt meira kreftir uppá at fingið skipanina at virka. Men tað verður ikki, so leingi sum ALS er ein ?statur í statinum?. Kann samstarv ikki fáast í lag millum ALS og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, verður støðan ikki øðrvísi, sigur Ingeborg Vinther.