Arbeiðsloysið er aftur við at seta met

Tað er framvegis væl hægri í syðra parti í landinum enn aðrastaðni

Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um, at tað er stórt trot á arbeiðismegi kring landið. Onkur hevur sagt, at eitt arbeiðsloysið, sum er undir trý prosent, er í roynd og veru, einki arbeiðsloysi, tí tað eru altíð onkur, sum ikki fæst til arbeiðis.

 

Men nú hevur arbeiðsloysið ligið væl undir trý prosent í langa tíð og tað hevur eisini ligið um eitt prosent í eina tíð. Tað lægsta, arbeiðsloysið hevur verið, var frá september til desember í 2019, tá ið tað var 0,9 prosent. Tá vóru 255 fólk arbeiðsleys.

 

Men nú, í august í ár, er arbeiðsloysið aftur niðri á einum prosenti og tað hevur verið spakiliga fellandi hesa síðstu tíðina, so spurningurin er um tað fer enn longur niður.

 

Tað vanliga hevur verið, er, at tað eru heldur fleiri kvinnur, sum eru arbeiðsleysar enn tað eru menn, men nú er arbeiðsloysið at kalla javnt býtt ímillum kynini. Tilsamans vóru 311 fólk arbeiðsleys.

 

Arbeiðsloysið er framvegis hægri í syðra parti í landinum enn aðrastaðni. Í Suðuroy er tað 1,8 prosent og í Sandoynni er tað 1,5 prosent. Í Havnini er arbeiðsloysið 1,3 prosent, men aðrastaðni í landinum er tað 0,7 – 0.8 prosent.