Arbeiðsloysisskipanin og alment innlit

Svar til opna brævið í Sosialinum tann 29. mai 1998 frá Jóannes N. Dalsgaard til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum

Undir yvirskriftini »Er arbeiðsloysisskipanin almenn ella privat?« greiðir tú frá einum máli, har Arbeiðsloysisskipnin ikki vildi ganga eini umbøn frá tær um innlit í eitt ávíst mál á møti. Grundgevingin var, at stovnurin ikki metti seg at vera umfataðan av lógini um alment innlit.

Hesa avgerð kærdi tú til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum tann 18.3.98, og skrivar í opna brævinum, at tú ikki hevur frætt nakað úr Vinnumálastýrinum síðani (arbeiðsmarknaðarmál liggja undir Vinnumálastýrinum).

Kæran varð móttikin á Vinnumálastýrinum tann 23.3.98 og varð tann 31.3.98 send Arbeiðsloysisskipanini til ummælis. Í skrivinum til Arbeiðsloysisskipanina varð biðið um at fáa eina nærri lýsing av avgerð stovnsins og boðað varð frá, at avrit av skrivinum varð sent kæraranum. Av óvart er hetta avrit ongantíð sent tær, og er hetta orsøkin til at tú ikki hevur frætt nakað úr Vinnumálastýrinum. Hetta er eitt mistak, sum eg harmist. Tann 19.5.98 er kæruummæli frá Arbeiðsloysiskipanini móttikið, og er sent tær til ummælis tann 27.5.98 við freist at koma við viðmerkingum til 15. juni 1998. Sostatt hevur gongd verið í málinum allatíðina og avgerð á kærumálinum kann væntast innan 1. juli 1998.

Tú spyr eisini um eg sum landsstýrismaður á arbeiðsmarknaðarøkinum kann góðtaka eina framferð frá einum stovni, sum skal fremja arbeiði sítt innan ávísar lógarkarmar, kann seta seg sjálvan uttan fyri hesar.

Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur valt stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina - 6 av limunum eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum umframt formannin. Innan givnar lógarkarmar - bæði ítøkuligu lógina um arbeiðsloysisskipan og arbeiðsávísing og aðrar meira almennar lógir - skal stýrið umsita uppgávurnar, sum eru lagdar til stovnin.

Harnæst er tað landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, sum sambært stýrisskipanaðarlógini, yvirfyri løgtinginum hevur politiska og rættarliga ábyrgd av arbeiðsmarknaðarmálum, sum eisini Arbeiðsloysisskipanin er ein partur av.

Sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum er tað skylda mín, at syrgja fyri at uppgávurnar verða røktar sambært teim lógum, ið løgtingið hevur givið.

Tá ið ítøkuliga kærumálið verður avgreitt, fæst í hvussu so er greiða á, um Arbeiðsloysisskipanin er umfatað av lógini um alment innlit.

Vinarliga


Finnbogi Arge

landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum