Arbeiðsóhapp á Glyvrum

Fyri løtu síðani hendi eitt arbeiðsóhapp á nýggja virkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum. Arbeiðið er um at vera liðugt, og virkið skal royndarkoyrast í næstum, men enn er okkurt eftir at gera. Í morgun hendi so tíverri eitt óhapp, tá ein maður fekk ein bjálka í høvdið.

 

Maðurin varð koyrdur við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið.

 

Løgreglan og arbeiðseftirlitið kannað málið.