Argentinski forsetin boðar frá fleiri ára sparingum

Sparipolitikkurin fer at vara fleiri ár, og ætlanir eru um fleiri sparingar, sigur forsetin í Argentina.

Argentinski forsetin, Javier Miel, segði í árligu røðu síni til tjóðartingið, at hann ætlar at skerja almennu fíggjarlógina enn meira. - Mynd: Luis Robayo/Ritzau Scanpix

Sparipolitikkurin hjá argentinsku stjórnini fer at vara í fleiri ár.

Tað sigur Javier Milei, forseti, í árligu røðu síni til tjóðartingið, sambært AFP.

Milei hevur fleiri ferðir havt motorsag við til almenn tiltøk. Motorsagin skal lýsa ætlanina hjá forsetanum um at skerja almennu útreiðslurnar munandi.

Hann sigur eisini í røðu síni, at hann ætlar at seta fleiri skerjingar í verk á almennu fíggjarlógini.

- Motorsagin er í dag ímyndin av eini nýggjari tíð, byrjanin til eina gulløld fyri menniskjað, men hesaferð, í staðin fyri at fara ímóti heiminum, er Argentina í fremstu røð, segði Javier Milei í røðu leygardagin lokala tíð.

Argentinski forsetin leggur afturat, at sambært honum taka onnur lond til eftirtektar tilgongdina hjá Argentina og vilja sjálvi seta hana í verk.

/Ritzau/

 

 

Argentinski forsetin, Javier Miel, segði í árligu røðu síni til tjóðartingið, at hann ætlar at skerja almennu fíggjarlógina enn meira. - Mynd: Luis Robayo/Ritzau Scanpix