Argir helmingin av meistaraheitunum

Hjá sigursvandum róðrarfeløgum sum teimum í Vestmanna og á Skálafjørðinum hilnaðist tað verri, enn tað hevur gjørt fleiri av undanfarnu árunum

Um gjørt verður upp í meistaraskapum, so var Ólavsøkan góð fyri Argja Róðrarfelag. Frammanundan høvdu Argjanbáturin og Blikur við dreingjamanning tryggjað sær FM heitini, og hesa ferð vunnu genturnar umborð á Bliki. Harvið fer hetta róðrarárið at standa sum tað glæsiligasta nakrantíð hjá teimum á Argjum. Og so verður tað harvið, at tað í síðstu kappingini kiksaði bæði hjá dreingjunum og hjá Argjabátinum.
Havnar Róðrarfelag hevur onkuntíð vunnið upp í fýra FM heiti. Hesa ferð vunnu teir bara eitt. Men tað var vorðið sum meistaraskapur, tá ið Havnarbáturin í síðstu tøkunum í síðsta róðrinum kom fyrstur á mál.
Sum tað ofta hevur verið vanligt so var tað eisini í hesum róðrarárinum høvuðsstaðurin, sum vann flest FM heiti. Umframt tey trý til Argir og eitt til Havnar Róðrarfelag, so vunnu genturnar á Jarnbardi eitt FM til Róðrarfelagið Knørrur. Harvið gjørdist róðrarfelagið í Hoyvík tað einasta í høvuðsstaðnum, sum einki FM fekk til høldar.
Einasti meistaraskapurin, sum feløg uttanfyri høvuðsstaðin vunnu, var tað, sum menninir á Sundabátinum longu undan síðstu kappingini høvdu tryggjað sær. Í fjør vórðu tvey FM heiti vunnin av feløgum aðra staðni enn úr høvuðsstaðnum. Tá vann Smyril kappingina millum 6-mannafør við monnum og Eysturoyingurin hana millum 10-mannaførini.
Róðrarfelagið NSÍ og vestmenningar plaga at vera drúgvir. Síðani 1997 hava teir á Skálafjørðinum vunnið okkurt heitið á hvørjum ári. Hesa ferð vunnu teir einki, og teir vunnu heldur einki á Ólavsøku. Vestmenningar vunnu heldur einki FM, men dreingirnir á Havfrúnni syrgdu fyri ólavsøkusigri.
Klaksvíkingar hava savnað nógv stig í fleri kappingum. Teir hava verið tætt at fremsta plássinum á fleiri stevnum, men teir hava ongantíð vunnið. Á Ólavsøku var Nevið Reyða so nær við, sum teir kundu vera, men nær ved og næsten skyder ingen mand af hesten.