Argja kirkja fær ikki endaligt loyvi enn

Kirkjusóknin á Argjum hevur enn ikki prógvað, at hon hevur kravdu pengarnar at byggja kirkjuna. Tí er byggiloyvið ikki givið enn

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin.

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á at Argja kirkjusókn hevur framvegis ikki fingið endaligt loyvi at byggja nýggju kirkjuna á Argjum. Orsøkin er, at kirkjusóknin sambært Mentamálaráðnum enn ikki hevur prógvað, at hon hevur útvegað tann triðingin av byggikostnaðinum, sum lógin krevur.

Tað skrivar Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni.

Landsstýrismaðurin vísir á, at hann ikki hevur fingið tilmæli frá fyrisitingini um, at kirkjusóknin hevur spart upp ella útvegað neyðuga eginpeningin, sum svarar til ein triðing av góðkenda byggikostnaðinum.

Sambært Bárði á Lakjuni er hetta ein fortreyt fyri, at endaligt byggiloyvi kann gevast, og eisini fyri at kirkjan kann fáa stuðul úr landskirkjuskattinum og landskassanum.

Hann leggur dent á, at tað er upp til kirkjusóknina sjálva at útvega neyðuga eginpeningin.

– Tá eg fái tilmæli um, at fortreytirnar eru loknar, skal mín lutur ikki liggja eftir, skrivar landsstýrismaðurin.

Í svarinum upplýsir hann eisini, at kirkjuráðið á Argjum ikki hevði neyðuga triðingin í desember 2025. Tilfar, sum Mentamálaráðið fekk fyri trimum vikum síðani, bendir heldur ikki á, at kravið nú er lokið.

 

##med2##

Harumframt vísir eitt treytað skeyti, at peningur frá ætlaðari sølu av kirkjuni í fyrsta lagi verður tøkur 1. januar 2028.

Mentamálaráðið hevur tí sett Stiftsstjórnini fleiri spurningar fyri at fáa greiðu á fíggjarligu viðurskiftunum.

Landsstýrismaðurin sigur, at tá allar fortreytir eru loknar, kann endaliga loyvið væntandi verða avgreitt innan fáar dagar.