Tað tykist ofta, sum um at tað eru somu bátarnir, ið vinna. Um FM vinnararnir í ár verða sammettir við FM vinnararnar í fjør, so er skjótt at staðfesta, at í mest sum øllum kappingunum var tað annar meistari í 2011, enn tað var í 2010.
Einasta undantakið var í kappingini millum 8-mannaførini. Argjabáturin var eisini meistari í fjør, og tá ið hann eisini vann í 2009 vil tað siga, at hann nú er trífaldur meistari og harvið tryggjaði sær FM ferðasteypið til ognar. Hetta var eisini triðja ferðin á rað, at Argjabáturin vann á Ólavsøku.
FM heitið hjá argjamonnum í ár var søguligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at Argjabáturin hevur vunnið FM tríggjar ferðir á rað. Reyði báturin hevur vunnið ellivu FM heiti tilsaman, og hann hevur fleiri ferðir verið tvífaldur meistari, men hetta er altso fyrsta ferðin, at Argjabáturin hevur vunnið tríggjar ferðir á rað.
Kappingin á Ólavsøku var tættari, enn hon hevur verið millum 8-mannaførini hinar seks ferðirnar í ár. Meðan munurin frá Argjabátinum og aftur til Ørv, sum seks tær undanfarnu ferðirnar var næstfremstur, ongantíð var minni enn eitt sekund, so var fjarstøðan aftur til Nevið Reyða hesa ferð nógv minni enn so. Tíðin hjá Argjabátinum var 4.12.10, og tíðin hjá Nevið Reyða var 4.12.21.
Nevið Reyða var leingi fremstur, men í endaspurtinum spenti Argjabáturin seg út og vísti seg sum verdugan vinnara av ólavsøkuróðrinum og FM vinnari. Tølini undirstrika, hvussu tøtt kappingin var. Ørvur, sum hesa ferð endaði á fjórða plássi, var minni enn eitt sekund aftanfyri Argjabátin. Tað vil við øðrum orðum siga, at í tíð var Ørvur hesa ferð nærri Argjabátinum, enn hann hevði verið undanfarnu seks ferðirnar, og tá vóru hesa ferð bæði Nevið Reyða og Miðvingur ímillum teir bátar høvuðsstaðar bátarnar!
Riddarin fyri fyrstu ferð
Eisini í kappingini millum 6-mannaførini við monnum stóðu teir á Argjum seg væl í 2011. At góðu úrslitini bóru silvur krónur við sær og ikki gullkrónur í øllum sjey kappingunum og harvið silvur í FM kappingini komst av, at Riddarin úr Miðvági var so framúr.
Undan hesum kappingarárinum hevði Riddarin í alt vunnið sjey róðrar – 3 í 2009 og 4 í 2008. Hetta talið varð tvífaldað í 2011, tí í ár vann Riddarin, sum var mannaður bæði úr Suðuroy og Vágum, allar sjey róðrarnar.
FM heitið í ár var tað fyrsta nakrantíð hjá Riddaranum, sum hevur luttikið í kappróðrinum síðani 2007, og tað varð vunnið við sera sannførandi sigrum. Á Norðoyasevnu var munurin frá Riddaranum trý sekund. Tá var Riddarin leysur av Lómi, og tað var hann gott og væl í øllum hinum seks róðrunum. Á stutta teininum á Ólavsøku var munurin næstan fýra sekund ella væl meiri enn ein bátslongd.
Tað er merkisvert, at FM heitið í 2011 var tað fyrsta nakrantíð hjá Riddaranum. Í 2008 vann Riddarin fýra róðrar – fýra teir síðstu í kappingarárinum. At tað kortini ikki eydnaðist at vinna FM komst av, at Sundabáturin vann tríggjar teir fyrstu róðrarnar, og at Sundabáturin var næstfremstur í øllum róðrunum, sum Riddarin vann. Riddarin var tvær ferðir nummar trý og eina ferð nummar fýra í róðrunum, sum Sundabáturin vann tað árið.
Junkarin fyri fyrstu ferð
Í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum var talan um sanna finalu millum Junkaran úr Kvívík og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Um tað skuldi eydnast Jallinum at vinna FM fyri nøsini á Junkaranum, so var treytin tann, at Jallurin vann betri endastøðu á Ólavsøku enn Junkarin.
Kvinnubáturin úr Kvívík hevði ongantíð vunnið FM, og tí var FM sigurin merkisverdur. Tá ið hetta er fyrsta árið yvirhøvur, at Junkarin við kvinnum hevur vunnið nakran sigur, so var tað eisini fyrsta ferðin nakrantíð, at Junkarin við kvinnum vann á Ólavsøku.
Jallurin hevur í ár verið mannaður við kvinnum, sum hava nógvar royndir, og sum hava vunnið nógv, eitt nú við 6-mannafarinum Jarnbardi. Jallurin gav Junkaranum ein skarpan gang, og tað var tætt í endaspurtinum, men tá ið bátarnir fóru um málið var eingin ivi. Junkarin var skutin frammanfyri Jallin.
Jallurin fyri fyrstu ferð
Róðrarfelagið Knørrur er tað størsta í landinum. Tað hevði verið fátæksligt við luttøku í fleiri kappingum, um Knørrafelagið og Argja Róðrarfelag ikki høvdu verið.
Fleiri av bátunum hjá Knørrafelagnum vóru millum teir fremstu, og hjá dreingjunum á Jallinum eydnaðist tað at vinna eitt FM heiti til felagið.
FM heitið hjá Jallinum er tað fyrsta til Knørrafelagið í hesi kappingini, og tað er merkisvert á tann hátt, at tað var ikki fyrr enn í næstsíðstu kappingini – á Fjarðastevnu – at tað eydnaðist Jallinum at vinna.
Á Ólavsøku var talan um finalu millum Jallin og Royndina Fríðu. Hesir báðir bátarnir vóru fremstir í endaspurtinum. Sum so ofta fyrr, so munaði tað sera væl hjá vágsdreingjum á síðstu metrunum, men tá var fjarstøðan ov long fram til bláa bátin.
8-mannafør
1 Argjabáturin 04:12.10
2 Nevið Reyða 04:12.21
3 Miðvingur 04:13.06
4 Ørvur 04:13.07
5 Kvívíkingur 04:18.24
Endaliga støðan
1 Argjabáturin 49
2 Ørvur 40
3 Nevið Reyða 35
4 Miðvingur 29
5 Kvívíkingur 22
6-mannafør menn
1 Riddarin 04:20.21
2 Lómur 04:24.06
3 Sølmundur 04:27.10
4 Smyril 04:29.17
5 Skúgvur 04:29.21
6 Strálan 04:31.07
7 Húsfrúgvin 04:32.13
8 Gongurólvur 04:35.03
9 Tvørabáturin 04:35.12
10 Kollfirðingur 04:36.04
Endaliga støðan
1 Riddarin 49
2 Lómur 42
3 Smyril 34
4 Skúgvur 24
5 Tvørabáturin 17
6 Gongurólvur 14
7 Húsfrúgvin 6
8 Sølmundur 5
9 Strálan 2
10 Kollfirðingur 0
5-mannafør kvinnur
1 Junkarin 04:48.13
2 Jallurin 04:49.09
3 Beinta 04:53.00
4 Blikur 04:53.20
5 Falkur 04:54.12
6 Teistin 05:06.19
7 Fípan Fagra 05:24.05
Endaliga støðan
1 Junkarin 46
2 Jallurin 44
3 Blikur 33
4 Beinta 30
5 Falkur 21
6 Teistin 15
7 Fípan Fagra 1
5-mannafør dreingir
1 Jallurin 04:33.05
2 Royndin Fríða 04:34.15
3 Drekin 04:36.03
4 Havfrúgvin 04:37.20
5 Blikur 04:38.20
6 Teistin 04:39.14
7 Erla Kongsdóttir 04:40.20
8 Sílið 04:40.20
9 Fípan Fagra 04:41.15
10 Pílur 04:45.17
11 Firvaldur 04:46.15
12 Sandingur 04:48.00
13 Svanur 04:48.18
14 Tjógvin 04:56.18
Endaliga støðan
1 Jallurin 39
2 Royndin Fríða 38
3 Blikur 32
4 Drekin 28
5 Havfrúgvin 23
6 Sílið 13
7 Erla Kongsdóttir 12
8 Teistin 6
9 Frúgvin 5
10 Pílur 1
11 Fípan Fagra 0
12 Firvaldur 0
13 Sandingur 0
14 Svanur 0
15 Tjógvin 0