44 stig. Tað er úrtøkan burtur úr hesum róðrarárinum hjá bæði Argjabátinum og Kvívíkingi.
Tá ið so er, so er tað úrslitið á Ólavsøku, sum ger av, hvør verður FM vinnari, og har var eingin ivi.
Argjabáturin stakk seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og Argjabáturin var fremstur alla tíðina. Á málinum var hann eina hálva bátslongd frammanfyri Kvívíking.
Kvívíkingar fingu betri start í dag, enn teir hava fingið seinastu ferðirnar, men tað var ikki kappingina um fremsta plássið, sum Kvívíkingur savnaði seg um. Heldur var tað um næstfremsta plássið, har Fríggjarin eina løtu var frammanfyri Kvívíking. Á málinum var stavnurin á bláa Kvívíkingi frammanfyri hvíta stavnin á Fríggjaranum.
1 Argjabáturin 04:13.03
2 Kvívíkingur 04:15.05
3 Fríggjarin 04:15.08
4 Árnfirðingur 04:17.11
5 Ørvur 04:25.06
6 Knørrur 04:26.02
Endaliga støðan
1 Argjabáturin 44 (FM vinnari)
2 Kvívíkingur 44
3 Fríggjarin 36
4 Árnfirðingur 30
5 Ørvur 18
6 Knørrur 17