Argjabáturin aftur fremstur

Kappróður: Lítil undirtøka og bátarnir úr høvuðsstaðnum fáa lítla kapping

Í fjør var tað Argjabáturin, sum í harðari kapping við Knørrin vann 8-mannafarsróðurin á norðoyastevnu.

Aftur í ár vann Argjabáturin, og aftur í ár var tað í kapping við Knørr.

Longu frá startskotinum vóru tað hesir báðir bátarnir, sum stríddust um fremsta plássið. Kvívíkingur, Ørvur og Miðvingur duttu eitt sindur longir afturum, men tá hálvt málið var runnið, var Kvívíkingur eina løtu frammanfyri Knørr.

Á túsund metra málinum tóktist tað sum um teir umborð á Argjabátinum tóku nøkur spurttøk, og tað hevði við sær, at teir fóru meiri enn eina bátslongd fram um hinar bátarnar.

Á bedingini var Argjabáturin eina bátslongd fremstur, men so minkaði munurin, og á málinum var hann ein góðan skut.

Tað er kortini ilt at siga, um tað vóru teir umborð á Knørri, sum fram móti málinum høvdu so nógva orku, ella um tað vóru teir umborð á Argjabátinum, sum sóu, at sigurin var púra tryggur og tískil so at siga tóku eitt sindur frá, áðrenn teir komu á mál.