Argjagentur vóru stinnastar

5-mannafør gentur: Størsta kappingin var frá Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag

Tað var Blikur hjá Argja Róðrarfelag, sum var fyrst á mál, tá ið genubátarnir í 5-mannaførum kappaðust á norðoyastevnu.

Blikur lá eystastur og róði harvið framvið Kósabrúnni. Drekin var nógv vestari á. Tí var torført at taka dagar ímillum, hvussu tað var við kappingini teirra millum, men á málinum var eingin ivi.

Upptøkan hjá Kringvarpinum vísti, at Blikur var eitt stórt sekund undan Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag, og at tað vóru meiri enn seks sekund aftur til Rókin, sum er

1 Blikur 5.27.19

2 Drekin 5.28.28

3 Rókurin 5.34.49