Argjamenn eru fremst

1. deild: Hóskvøldið vann AB 3-1 á FC Hoyvík. Hinir dystirnir í 9. umfari verða spældir í dag og í morgin. Longu hóskvøldið varð hol sett á 9. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Tá hevði AB vitjan av FC Hoyvík, sum varð sent heim um aftur ánna við 3-1 tapi.

Jan Mølvard Laursen legði beinanvegin FC Hoyvík á odda. AB svaraði tvær ferðir aftur í 1. hálvleiki. Hallur Fláaberg javnaði til 1-1, og Nicolaj Eriksen skoraði til 2-1. Fimm minuttir undan leikloki staðfesti Milan Kuljic 3-1 AB sigurin, sum ber við sær, at AB er oddalið. Í hvussu so er inntil í morgin, tá ið FC Suðuroy fær vitjan av 07 Vestur, sum einki stig hevur fingið.

 

Í dag:

EB/Streymur-TB: Dia Lamhauge kl. 13.00

HB-Víkingur: John Eystberg kl. 16.30

Í morgin:

NSÍ-Skála: Alex Troleis kl. 17.00

FC Suðuroy-07 Vestur: Hallur Christiansen kl. 14.45

 

Støðan

AB 21

FC Suðuroy 20

TB 17

NSÍ 15

EB/Streymur 12

Skála 10

FC Hoyvík 10

HB 9

Víkingur 5

07 Vestur 0

AB og FC Hoyvík hava spælt 9 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir.