Eyðun á Borg
Argir
????
Kollafjørður, Kaldbak, Hoyvík, Tórshavn og Velbastaður: Til lukku við tykkara skúlabygging!
Kollafjørður og Hoyvík: Til lukku við tykkara hallabygging!
Fyri nøkrum árum síðani vóru vit á Argjum nr. 2 í skúlabyggingarraðnum! Hví vit vórðu koyrd afturum og ikki verða tikin upp á tungu nú, dugir kanska onkur býráðspolitikari ella -valevni at greiða okkum frá!?!
Men tolin trívst! Vit á Argjum ugga okkum við, at tá øll onnur í kommununi nú hava fingið sínar skúlabyggingar, so man okkara vera rættiliga nær! Eg haldi meg vita, at ítróttarhøllin á Argjum eisini er rættiliga nær!?!
Hugaligt er eisini at vita, at Tórshavnar kommuna nú er skuldarleys og hevur avgreitt barnaansingartørvin, so pengar tróta ikki!
Argir eru jú staðið!
Ein lítil heilsan til Argja róðrarfelag og Argja bóltfelag!
Argjabáturin, Blikur og Blikur: Hjartaliga til lukku við teimum glæsiligu føroyameistaraheitunum í 2004! Næstu ferð verður tað, Lómur!
Argja bóltfelag: Hjartaliga til lukku við føroyameistarunum! Skjótt koma menninir upp í 1.deild!
E.S.! Hans Jákup! Takk fyri tann nýggja argjasangin!
Við skúla- og ítróttar-kvøðu.