Í fínum summarveðri hava Víkingur og B36 í kvøld dystast í Sarpugerði, har tað var framúr undirhaldandi, hendingarríkt og spennandi.
Víkingur vann 2-1, og harvið syrgdu víkingarnir fyri, at FM spenningurin er varðveittur, nú tað er verður steðgur í landskappingini, og Europa fótbóltur næstu vikurnar verður á skrá.
Lagið er øgiliga gott í heimaleguni, tí leingi sá tað út til, at B36 fór at hava í hvussu so er eitt stig við sær suður aftur.
Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki, tá ið bæði liðini sendu bóltin í stólpan. Nærdystirnir vóru nógvir, og tað var ferðmikið. B36 var í 5-3-2 útgávu, og tað riggaði væl at verja, og tað riggaði eisini væl hjá B36 at spæla skjótt og neyvt fram millum keturnar, har Brian Jakobsen og sera skjóti Hannes Agnarsson alla tíðina hóttu.
Beinanvegin eftir steðgin legði B36 seg á odda við brotssparki, ið varð dømt, tá ið heimaverjan blokeraði innleggi úr høgru frá Hannesi Agnarsson. Magnus Holm Jacobsen setti bóltin í málið, og harvið vóru fyritreytirnar uppaftur betri hjá B36, enn tær høvdu verið.
B36 verjan var væl skipað, men veikleikin var, at tað ikki var lagt nóg væl uppfyri, hvussu vandamikil vongverjin í høgru hjá Víkingi Bárður J. Hansen er, tá ið hann úr høgru leggur fram í brotsteigin.
Í 68. minutti var Bárður J. Hansen aftur upp á spæl. Bólturin sigldi til handara stólpa, har innskifti Ari Olsen kastaði seg fram og sparkaði bóltin upp í nettakið.
So var 1-1, og Víkingur spældi av álvara fyri at skora sigursmálið, meðan mótstøðuliðið lúrdi eftir kontramøguleikanum. Hjá B36 kom tað illa við, at fyrst Magnus Egilsson og síðani Lukas S. Enevoldsen og so Brian Jakobsen noyddust skaddir av vøllinum. Hjá Víkingi varð fyrst Ari Olsen, so Martin Klein Joensen og síðani Finnur Justinussen settur á vøllin, og gamli álopsspælarin skoraði avgerandi málið.
-Innleggið kom úr vinstru, og bólturin sá út til at fara av vøllinum í høgru og til málspark. Men innskifti Ingi Jonhardsson var øgiliga treiskur. Hann vann bóltin, áðrenn hann fór av vøllinum, og tá ið hann legði eitt sindur útfrá, eydnaðist tað mær at seta bóltin í málið, greiðir Finnur Justinussen frá í samrøðu við Trónd Arge í FM1.
Tað eru 16 mánaðir síðani, at Finnur Justinussen sleit krossbandið, og merkisvert er tað, at eisini hin málskjúttin hjá Víkingi, Ari Olsen, hevur sitið meiri enn eitt ár uttanfyri, tí krossbandið í knænum var slitið.
-Tað er sera hugaligt at vera á vøllinum aftur. Alla hesa tíðina hava vit støðugt arbeitt miðvíst fyri at koma fyri okkum aftur, og tað er framvegis hugaligt og góð kensla at skjóta mál á besta liðnum. Nú hava vit fokus á Europa luttøkuni. Nógvir av spælarunum hava ikki roynt tað áður, og tað verður spennandi og heilt øðrvísi avbjóðing, áðrenn vit aftur fara at spæla í landskappingini, sigur Finnur Justinussen.
Dan Brimsvík, venjari hjá B36, harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna.
-Í løtum í fyrra hálvleiki vóru vit góðir. Tað var, tá ið vit tordu at gera tað, sum vit høvdu avrátt. Eftir at vit skoraðu og løgdu okkum á odda 1-0, tóktist tað sum um, at vit ikki í sama mun gjørdu tað, sum vit høvdu avrátt. Vit ætlaðu ikki at leggja stóran dent á verjuspælið, men soleiðis varð tað, tíverri, at vit vóru ov nógv í verjustøðu og ikki nóg frammarlaga, tá ið vit møttu teimum, sigur Dan Brimsvík.
Hvussu er vorðið við Brian Jakobsen?
-Eg havi ikki tosað við Brian, men tíverri sær tað út til, at hann er skaddur í lærinum, sigur Dan Brimsvík.
-
Víkingur – B36 2-1 (0-0)
0-1: Magnus Holm Jacobsen br 48.
1-1: Ari Olsen 68.
2-1: Finnur Justinussen 90.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson (Ingi Jonhardsson, 81.), Géza Dávid Turi (Finnur Justinussen, 86.), Olaf Bárðarson (Ari Olsen, 46.) – Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (Martin Klein Joensen, 66.)
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Lukas S. Enevoldsen (Benjamin Heinesen, 61.), Magnus Egilsson (Sonni Ragnar Nattestad, 46.), Martin Agnarsson – Magnus Holm Jacobsen (Eli Falkvard Nielsen, 61.), Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen – Hannes Agnarsson (Andrias H. Eriksen, 84.), Brian Jakobsen (Bjarki C. Nielsen, 73.)
-
KÍ | 15 | 14 | 1 | 0 | 43 | 4 | 43 |
Víkingur | 15 | 12 | 1 | 2 | 46 | 13 | 37 |
HB | 14 | 7 | 4 | 3 | 27 | 18 | 25 |
B36 | 15 | 7 | 1 | 7 | 26 | 14 | 22 |
EB/Streymur | 14 | 6 | 2 | 6 | 17 | 25 | 20 |
AB | 15 | 5 | 1 | 9 | 23 | 43 | 16 |
NSÍ | 15 | 5 | 0 | 10 | 21 | 39 | 15 |
07 Vestur | 14 | 3 | 3 | 8 | 14 | 32 | 12 |
B68 | 14 | 3 | 2 | 9 | 13 | 32 | 11 |
Skála | 15 | 1 | 5 | 9 | 17 | 27 | 8 |
-
Leygardagin 2. juli
B68 – HB: Egill Arnar Sigurþórsson kl. 15.00
07 Vestur – EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 16.00