Aria aftur á pallin

Eftir tøgn í fleiri mánaðir fer tónleikabólkurin Aria aftur at spæla. Lagt verður fyri í Klaksvík fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið verður aftur høvi at hoyra tónleikabólkin Aria á palli.

Bólkurin hevur ikki spælt í fleiri mánaðir, tí fleiri av limunum í bólkinum hava verið burturstaddir.

Men nú er manningin øll aftur í Klaksvík, og fríggjakvøldið fer bólkurin at spæla í Lognbrá í Klaksvík.

Aria kom av álvara fram, tá Prix Føroyar kappingin var fyrr í ár. Teir vunnu innleiðandi umfari í Klaksvík, og í finaluni, sum varð varpað beinleiðis út bæði í útvarpi og sjónvarpi, gjørdust teir nummar trý.


Manna við somu tónleikarum

Bólkurin var eisini við á fløguni Rock í Føroyum 2, sum kom út fyrr í ár, og sangurin Shadow of a Doubt endaði ovast á hitlistanum hjá ÚF.

Fríggjakvøldið fer bólkurin at spæla til dans í Lognbrá, og á skránni verður vanligu blandingin

av egnum løgum og coverløgum, og sjálvandi verður Shadow of a Doubt eisini at hoyra.

Í Aria eru framvegis Jógvan Hansen, sum syngur, Petur Hans Niclasen á gittar, Ólavur Wolles við trummurnar, Magni Husgaard á keyboard og Erik Biskopstø á bass.