Serfrøðingar hjá norska havrannsóknarstovninum vænta ikki, at fiskurin fer at breiða seg norðureftir, tá ísurin í póløkinum fer at hvørva. Tað hendir í hvussu ikki tey fyrstu nógvu, nógvu árini, siga teir.
Teir norsku serfrøðingarnir siga, at toskur og hýsa eru nú farin so langt norður, at tey fara ikki longri. Teir siga, at kongafiskur, lodna og sild kunnu fara út í Noregshavið at leita eftir føði, men at tað kortini ikki verður grundarlag fyri nøkrum fiskiskapi eftir hesum fiskasløgunum har tey fyrstu nógvu, nógvu árini.
Serfrøðingarnir siga, at fiskasløg sum toskur og hýsa eru bundin at landgrunni so sum í Barentshavinum og Norðsjónum. Hesi fiskasløgini fara ikki út í havið millum Noreg og Ísland, hóast har er føði, og hitin í sjónum er tann rætti. Tí vænta teir norsku serfrøðingarnir, at toskurin og hýsan fara at halda seg nærhendis landgrunninum, hóast ísurin hvørvur norðanfyri. Tað sama er galdandi fyri djúpvatnsfisk so sum svartkalva, siga teir.
Heimasíðan hjá havrannsóknarstovninum skrivar, at tey flestu fiskasløg trívast best í sjógvi, har hitin er oman fyri frostmarkið. Serfrøðingarnir siga, at av uppsjóvarfiskasløgunum er lodnan tann fiskurin, sum kann fara út í Noregshavið at leita eftir føði, men at ferðamynstur hennara tey seinastu árini bendir á, at heldur ikki hon fer ov langt út frá landgrunninum.