Arktisku Apurnar vilja sleppa at skriva

Jamie Cook sigur frá, at tær fýra apurnar úr ,Arctic Monkeys, møtast í Shieffield fyri at skriva sangir. Alex Turner fer til verka við sína egnu verkætlan, The Last Shadow Puppets, í august, men tó sigur gittaristurin Jamie Cook, at Sheffield kvartettin fer í gongd við at gera nýggj løg skjótast gjørligt.

 

BBC hevur eisini hoyrt, at kvartettin skal møtast heima hjá Turner í Sheffield hendan mánaðin, til tess at skriva nýggjar sangir, so tað verður áhugavert at vita hvussu leikur fer fram.

 

Cook viðgongur tó, at sjálvt um hann gleðir seg at koma fara til verka við at skriva sangir til framhaldið av ?Favourite Worst Nightmare? sum kom út síðsta ár, so hevur hann longu eina mynd av í hvønn rættning bólkurin fer at ganga hesa í ár.

Tað kemur sikkurt at taka langa tíð áðrenn vit koma at hoyra úrslitið av ætlanunum hjá Arctic Monkeys, men vit bíða í spenningi.