Arnarfell og Helgafell á Havnina hvørja viku

Samskip setti í september á stovn skrivstovu í Havn. Felagið hevur gjørt av at hækka tænastustøðið. Frá og við 13. desembur fara bingjuskipini Arnarfell og Helgafell at sigla vikuliga á Havn á veg millum Evropa og Reykjavík. Fyrsta skipið verður á Havnini tann 13. desembur.
Hetta verður gjørt fyri at hækka um tænastustøði, sum Samskip bjóða innflytarum og øðrum viðskiftafólkum. Felagið fer undir vikuliga beinleiðis rutusigling til Havnina frá Europa og Skandinavia. Soleiðis kann vøra, sum verður flutt um borð í skip hjá Samskipum fríggjadag í Aarhus verða í Føroyum tíðliga mánamorgun.
Góðir seks mánaðir eru síðani Samskip fóru undir rutusigling til Klaksvíkar á leiðini til Bretlands og europeiska meginlandið. Skaftafell og Akrafell sigla á Klaksvík hvørja viku, og eru ongar broytingar ætlaðar á hesi rutusigling.