Fótbóltur
Hetta segði landsliðsvenjarin, tá hann í morgun tosaði við Rás2 um fyrireikingarnar til landsdystin.
Brian Kerr legði annars dent á, at Litava ikki spældi dyst leygardagin, og at tað tí er umráðandi, at ómøddir spælarar koma inn á føroyska liðið.
Tað leggur upp til eina loysn, har Arnbjørn T. Hansen fær plássið á toppinum. Spurningurin er so, um kantplássið høgrumegin verður latið Andreas Lava Olsen, sum kom inn og skoraði í Eysturríki, ella um tað verður meira arbeiðssami Jákup á Borg, sum fær hetta plássið. Ein annar møguleiki er eisini, at Jákup verður hildin á beinkinum til reiðar at loysa av á miðvøllinum, tá hetta verður neyðugt.
Við at seta Jann Inga Petersen á miðvøllin er líkt til, hesin verður mannaður við Jann Inga, Súna Olsen og Christian Lamhauge Holst, og so er spurningurin, um Johan Troest Davidsen er til reiðar at troka Einar T. Hansen av á vinstra bakki.
Verður hetta so, gevur tað hesa uppstilling: Jákup Mikkelsen - Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen (ella Einar T. Hansen) - Jann Ingi Petersen, Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst - Andreas Lava Olsen (ella Jákup á Borg), Arnbjørn T. Hansen, Símun Samuelsen.