Veddingarfyritøkan Nordicbet er komin út við sínum boðum uppá toppskjúttar í Effodeildini í 2014.
Serliga er tað vert at leggja merki til at stóri málslúkurin hjá EB/Streymi tey seinnu árini, Arnbjørn Hansen, gevur 14 ferðir pengarnir aftur, um hann verður toppskjútti í Effodeildini í 2014.
Hóast Arnbjørn Hansen er úti við skaða teir fyrstu dystirnar, so er tað sæð fyrr at leikarar skora nógv mál móti endanum av kappingini.
Seinastu tvey árini eru Clayton Soares, Páll Klettskarð og Klæmint A. Olsen vorðnir toppskjúttar og serliga tann síðsta triðingin av kappingini hava teir skotið nógv mál. Klæmint A. Olsen skoraði 14 mál teir seinastu 9 dystirnar farna kappingarár, meðan Clayton Soares og Páll Klettskarð báðir skoraðu 10 mál seinastu 9 dystirnar í 2012.
Soleiðis sær listin hjá Nordicbet út :
Páll Klettskarð, KÍ odds 3.80
Klæmint A. Olsen, NSÍ odds 4.15
Finnur Justinussen, Víkingur odds 4.40
Lukasz Cieslewicz, B36 odds 5.85
Jóan Símun Edmundsson, odds AB 6.35
Andrew av Fløtum, odds HB 7.00
Clayton Nascimento, odds ÍF 8.00
Arnbjørn Hansen, odds EB/Streymur 14.00
Jonleif Højgaard, odds B68 70.00
Brian Jacobsen, odds Skála 70.00