Tesla fekk bót fyri vánaliga marknaðarføring

Danska deildin hjá Tesla hevur játtað at rinda eina bót á 190.000 krónur fyri villleiðandi marknaðarføring

Danska deildin hjá Tesla skal gjalda bót fyri brot á marknaðarføringsreglurnar afturi í 2019. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað stendur í tíðindaskrivi frá danska brúkaraumboðnum.

Málið snýr seg um, at Tesla gloymdi at hava skrásetingarskatt, skjala- og avhendingargjøld við í prísinum, sum tað bjóðaði fyri tvey av sínum modellum í 2019.

Samstundis gloymdi amerikanski elbilaframleiðarin at viðhefta eitt hóskandi roknidømi í sambandi við marknaðarføringina.

Um sama brot varð framt í dag, hevði tað havt við sær eina munandi størri bót.

Reglurnar vórðu herdar í 2022, so støddin á sektini er eisini treytað av støddini á felagnum mált eftir umsetningi.

 

/Ritzau/

 

Danska deildin hjá Tesla skal gjalda bót fyri brot á marknaðarføringsreglurnar afturi í 2019. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix