Sambært Fiskamarknaði Føroya eru tilsamans fimm partrolarapør til fiskiskap í løtuni, trý fiska upsa, og tvey fiska gulllaks.
Sagt verður, at fiskiskapurin hjá partrolarunum eftir upsa er góður í løtuni.
Gulllaksavertiðin, sum vanliga byrjar tíðliga í apríl, fer nú at styttast, men enn eru helst nakrar vikur eftir av vertíðini.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Annar landar í vikuni, og hin landar helst í aðru viku.
- Djúpvatnstrolararnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fimm av teimum smáu trolbátunum eru úti í løtuni. Teir fáa mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski.
- Allir trolbátarnir koma inn at landa fyrst í hesi vikuni.
Um garnaskipini verður sagt, at trý fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Væntandi koma øll garnaskpini inn at landa í vikuni.