Tað sá ikki sørt ógvusligt út, tá Arnbjørn Hansen mátti berast av vøllinum, tá HB og FC Suðuroy í gjár spældu málleysan javnleik.
HB skrivar á heimasíðu sínari, at knæið var snarað somikið keðiligt, at knæskálin var farin úr lið. Hetta fingu tey í rættlag á Sjúkrahúsinum, og fyribils hevur spælarin fingið boð um at binda frið í 14 dagar.