Árni átti ársins mál annað árið á rað

Aftur í ár var tað Árni Frederiksberg úr KÍ, ið skoraði ársins mál í Betri Deildini hjá monnum. Tá talt var saman fekk Árni ein triðing av atkvøðunum

FSF skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

 

Árni Frederiksberg úr KÍ skoraði ársins mál í Betri Deildini hjá monnum. Harvið hevur runavíkingurin í Klaksvík skorað besta mál í fremstu deildini tvey ár á rað.

 

Málið bleiv skorað í Sarpugerði tann 11. september, tá klaksvíkingar vunnu 2-1 móti Víkingi. Tá eitt lítið korter var eftir at spæla, fekk KÍ fríspark eini 4-5 metrar uttanfyri brotsteigin, og við einum framúr skotið, sendi Árni Frederiksberg bóltin í málið.

 

Eitt sera týdningarmikið mál, sum meir ella minni sendi FM-heitið norð um Klakkin, og sum seinni skuldi vísa seg at verða tað besta í árinum, ið er um at fara.

 

Tað er Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni, og tá talt var saman, hevði Árni Frederiksberg fingið ein triðing av teimum næstan 700 atkvøðunum.

 

Tilsamans 439 mál vórðu skoraði í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár.