Árni er á beinkinum

KÍ saknar tveir av avgjørdu lyklaspælarunum, nú síðsta hond verður løgd á fyrireikingarnar undan dystinum í Bodø

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Bodø, har Bodø/Glimt á graslíkinum á Asmyra leikvøllinum eigur heimadyst í fyrru uppgerðini ímóti KÍ í europeisku meistarakappingini.

 

Nú listarnir eru almennir sæst, at tveir at berandi spælarunum hjá KÍ ikki eru millum teir fyrstu ellivu. Teir eru báðir á beinkinum. Talan er um verjuálitið Odmar Færø, sum er skaddur í økslini, og so Árna Frederiksberg, sum eigur bestu tølini í uppleggum, og sum er sera týdningarmikil í framrættaða partinum.

 

Ein annar av lyklaspælarunum, Páll A. Klettskarð, hevur seinastu ferðirnar ikki verið millum teir fyrstu ellivu, tí hann hevur verið darvaður av skaða í mjødnini. Nú er Páll komin fyri seg, og hann verður fremsti maður í Bodø í dag. Jóannes K. Danielsen, sum í síðstu viku skrivaði undir uppá, at hann næstu árini fer at spæla við KÍ, er millum teir, sum sita á beinkinum.

 

Líkindini at spæla fótbólt í Bodø eru heilt góð.

 

 

 

Bodø/Glimt – KÍ kl. 17.00

 

Dómarabólkur úr Svøríki: Mohammed Al-Hakim, Fredrik Klyver, Mahbod Beigi og Glenn Nyberg (4. dómari)

 

Bodø/Glimt: Nikita Haikin – Alfons Sampsted, Marius Høibråten, Brede Moe, Brice Wembangomo – Hugo Vetlesen, Elias Hagen, Ulrik Saltnes – Ola Solbakken, Victor Boniface, Amahl Pellegrino

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René S. Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Geza Túri, Árni Frederiksberg, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerjis Sabala, Odmar Færø, Óli Eysteinsson Poulsen, Anders Sølvsten Holvad