Árni er toppskorari í Europa

Tað er bara Árni Frederiksberg, sum higartil hevur skorað seks mál í Champions League

Hav nummar sjey við í flogarinum heim aftur til Molde. Soleiðis tók Åge Hareide til í síðstu viku, tá ið KÍ hevði varpað BK Häcken úr europeisku meistarakappingini, og tað var greitt, at Molde skuldi til Føroya at spæla.

 

Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin, sum nú er venur íslendska landsliðið, og sum áður hevur verið venjari hjá Molde, skemtaði eitt sindur, men tað var lætt at skilja, at hann gav Molde hesi ráðini.

 

Árni Frederiksberg er í løtuni toppskjútti í Champions League. Hann hevur higartil skorað seks mál, og tað hevur eingin annar megnað.

 

Árni Frederiksberg hevur bæði beinini á jørðini:

 

-Vit halda okkum til tað, sum vit hava avrátt, og tað riggar. Nú mugu vit ansa eftir, at vit hava fokus á dystinum í Gøtu fríggjakvøldið og so týskvøldið í Molde, sigur Árni Frederiksberg.

 

Verjuskansin Odmar Færø fegnast saman við toppskjúttanum:

 

-Tá ið vit nú hava spælt fleiri av hesum stóru dystunum, so sæst, at vit eru væl fyri, at vit arbeiða væl fyri hvønn annan, og at vit aftur og aftur í dystunum síggja tað, sum vit venja. Hóast teir løgdu seg á odda, so hildu vit fram soleiðis, sum vit gjørdu í Svøríki. Higartil hevur útgangsstøðið á útivølli verið málleysir javnleikir. Nú eru vit frammanfyri við einum máli, men tað broytir ikki veruleikan, at Molde er favorittur, men vit fara at arbeiða fyri okkara møguleika, sigur verjuskansin Odmar Færø í samrøðu við midlar.fo.

 

 

 

##med2##