Fyrr í dag vann U-19 landsliðið hjá monnum í hondbólti seg í fjórðingsfinalu í HM endaspælinum í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia.
Í kvøld hevur KÍ megnað størsta avrik í føroyskari fótbóltssøgu fyri lið.
KÍ vann 2-1 ímóti norska meistaraliðnum á Tórsvølli, og fagnaðurin er øgiligur á Tórsvølli, har tað eru 4500 áskoðarar.
Talan var um framúr liðavrik, men tað kemst ikki uttanum at nevna Árna Frederiksberg. Hann hevur skorað málini hjá KÍ – í Göteborg fyri einari viku síðani skoraði hann tvey og so eitt í brotssparkskappingini.
Og í kvøld skoraði hann bæði KÍ málini, og tað var vorðið sum mál.
Árni Frederiksberg man vera kendur um alt Europa, og aftur í kvøld syrgdi hann fyri, at altjóða fótbóltsheimurin legði hann til merkis.
Serliga fer hann at verða minstur fyri sigursmálið, sum hann knappar fimm minuttir undan leikloki skoraði. Innskifti Sivert Gussiås vann bóltin av verjuni, Árni Frederiksberg hevði orku at spurta fram í høgru, bólturin lá til høgra beinið, tá ið hann rakk brotsteigarmarinum, menein maður við tí sjálvsáliti, sum Árni Frederiksberg hevur leggur vertin á, um tað er rætta ella skeiva beinið. Hann smekkaði til, og bólturin sang í nettakinum.
Tórsvøllur eksploderaði, og sigursmálið legði aftrat tí, sum av álvara tók dyk á seg, tá ið Árni Frederiksberg janvaði til 1-1.
Tað var í 64. minutti og eftir deyðbólt, at Vegard Forren legði bóltin í høgra borð, har Árni var staddur. Beinleiðis mótstøðumaðurin gleið, Árni hugsaði heilt skjótt og heldur enn at leggja innfyri, sum sá út til at vera upplagda loysnin, so smekkaði hann bóltin millum nærra stólpan og Moldemálverjan, ið var á veg fram.
Tríggir minuttir eftir steðgin legði Molde seg á odda, og tá kendist tað sum um, at mótbrekkan var øgilig:
-Tað er mentaliteturin og hugburðurin, sum er avgerandi. Verjuspælið er væl skipað, og tað er grundarlagið undir tí, sum vit avrikaðu. Eg havi ongantíð upplivað sovorðið, sum vit hava upplivað í kvøld. Áskoðararnir vóru heilt fantastiskir, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við KvF.
Og so undirstrikar hann, at KÍ fríggjakvøldið fer at spæla í Sarpugerði, og týsdagin verður avgerandi dysturin ímóti Molde.
KÍ – Molde 2-1 (0-0)
Champions League 3. Innleiðandi umfar
Á Tórsvølli týsdagin 8. august 2023 kl. 19.45
0-1: Magnus Wolff Eikrem 48.
1-1: Árni Frederiksberg 64.
2-1: Árni Frederiksberg 86.
Dómari: Aliyar Aghayev úr Aserbadjan
4500 áskoðarar
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen (Patrick Da Silva, 72.), Odmar Færø, Heini Vtnsdal, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Hallur Hansson, 71.), Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Luc Kassi (Sivert Gussiås, 81.)
Molde: Karlstrøm – Haugan, Bjørnbak, Hagelskjær – Linnes, Eriksen, Mannsverk, Breivik, Haugen – Eikrem, Brynhildsen