Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í europeisku kappingunum hjá føroyskum feløgum í summar.
Í Klaksvík verður dystur í kvøld og aftur hóskvøldið. Í kvøld eigur KÍ heimavøll, og hóskvøldið fer NSÍ at spæla á heimavølli í Klaksvík.
Mótstøðuliðið hjá KÍ í kvøld er FC Atert Bissen úr Luksemborg. Ferðalagið úr Luksemborg kom til Føroya sunnudagin, og tað heldur til á KG hotellinum í Klaksvík.
KÍ luttók fyrstu ferð í europeiskari kapping í 1992 ella fyri 34 árum síðani. Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá, og síðani KÍ av álvara aftur beit seg fast í toppinum í føroyskum fótbólti, hava dystirnir verið nógvir, og fleiri spælarar, sum fara á vøllin í kvøld, hava heilt nógvar altjóða royndir – bæði í Europa og landsliðnum.
Flest dystir í Europa hevur Odmar Færø spælt, 52, og næstflest hevur Árni Frederiksberg spælt. Hann fer í kvøld at spæla fyri 50. ferð í Europa. Árni er føroyskur toppskjútti í europeisku liðkappingunum. Hann hevur í 49 dystum skorað 14 mál. Næstur honum á europeiska máltindinum í liðfótbólti er Páll A. Klettskarð, sum hevur skorað 13 mál.
KÍ - FC Atert Bissen úr Luksemborg: Dominik Starý úr Kekkia kl. 19.45.
| Europa | Landslið | Íalt | |
| Odmar Færø | 52 | 70 | 122 |
| Árni Frederiksberg | 49 | 24 | 73 |
| Jóannes K. Danielsen | 47 | 26 | 73 |
| Deni Pavlovic | 47 | 0 | 47 |
| Páll A. Klettskarð | 44 | 24 | 68 |
| Jákup B. Andreasen | 43 | 35 | 78 |
| Hallur Hansson | 25 | 76 | 101 |
| Gilli Rólantsson Sørensen | 4 | 65 | 69 |










