Peningurin er latin úr grunninum hjá Skótahjálpini til brádliga íkomnar neyðstøður, og peningurin er latin venesuelsku skótarørsluni, sum tekur aktivan lut í tilbúgvingini í sambandi við jarðskjálvtarnar.
Skótahjálpin gjørdi av at lata peningin umvegis felagsskapin World Scout Foundation, ið hevur samskipað innsavning til tilbúgvingarpartin hjá venesuelsku skótarørsluni.
Skótarnir í Venesuela hjálpa myndugleikunum at finna og gera til reiðar høli til neyðhjálpararbeiði, heilsuviðgerðir og aðra bráfeingis hjálp, umframt at teir eru partur av arbeiðinum at lata bráfeingis- og neyðsynjarvørur til teirra, ið er komin í neyð.
##med2##
Við skótakvøðu
Nevndin í Skótahjálpini











