Nýggi frítíðarskúlin letur upp tann 12. august 2026, skrivar Porkeris kommuna á síni heimasíðu.
Vit vilja við gleði boða frá, at vit nú hava sett trý starvsfólk til nýggja frítíðarskúlan.
Sett eru ein leiðari og tvey hjálparfólk.
Vit eru sera fegin um, at starvsfólkini eru komin uppá pláss, og vit síggja fram til at bjóða børnum og foreldrum vælkomnum, tá frítíðarskúlin letur upp. Vit ynskja nýggju starvsfólkunum hjartaliga vælkomnum og góða eydnu í starvinum, skrivar Porkeris kommuna m.a. á síni heimasíðu.











