Tað gjørdist talan um eina heilt ótrúliga HM-áttandapartsfinalu á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia millum Argentina og Egyptaland.
Tá 67 minuttir vóru leiktir var Egyptaland á odda 2-0. Egyptar høvdu stutt frammanundan fingið eitt mál kolldømt av VAR, og í fyrra hálvleiki brendi Lionel Messi brotsspark fyri Argentina. Alt sá svart út. Men Lionel Messi syrgdi fyrst við uppleggi, síðani við máli fyri, at Argentina kom upp á javnt 2-2 innanfyri fýra minuttir, og í yvirtíðini gjørdist Enzo Fernandez tjóðarhetja í Argentina, tá hann skoraði sigursmálið til 3-2.
Eitt korter var leikt av dystinum, tá Yasser Ibrahim stútaði Egyptaland á odda 1-0 aftaná gott innlegg frá Marwan Attias. Bert seks minuttir seinni kundi Messi javna við einum brotssparki, men Mostafa Shobeir hevði lisið hann av og bjargaði. Seinni hálvleikur var júst hálvrunnin, tá Mostafa Ziko fullførdi eitt gott egyptiskt mótálop, og økti til 2-0.
Men 11 minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin kom spenningur í uppgerðina aftur. Cristian Romero stútaði eitt gott upplegg frá Messi í netið, og bert fýra minuttir seinni meddaði Messi staddur í brotsteiginum bóltin í tvørstongina og inn, og so var aftur javnleikur í uppgerðini. Tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat stútaði Enzo Fernandez sigursmálið í minniliga dystinum. Hesaferð átti Lautoro Martinez uppleggið.
Argentina-Egyptaland 3-2 (0-1)
0-1 Yasser Ibrahim ('15 )
0-2 Mostafa Ziko ('67 )
1-2 Cristian Romero ('79 )
2-2 Lionel Messi ('83 )
3-2 Enzo Fernandez ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá minniliga dystinum.
Í fjórðingsfinaluni møtir Argentina vinnaranum av HM-áttandapartsfinaluni millum Kolumbia og Sveis, ið verður leikt í kvøld klokkan 21 á BC Place leikvøllinum í Vancouver.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











