Árni vil fegin vátta

– Eg havi ongar trupulleikar við at vátta, at starvsfólkini á Dimmalætting ikki fáa løn.

 

Tað sigur Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting.

 

– Hesum havi eg boðað Ingolf S. Olsen og Páll Nielsen, advokati, frá. Eg kann gera tað skrivliga, um vilja tað, og eg kann eisini gera tað í Skiftirættinum, sigur Árni Gergersen, sum vísir aftur tí, sum Ingolf S. Olsen hevur sagt um hetta.