Arnold Ludvig og Sahra da Silva á pall

Sahra da Silva er millum teirra, ið verður rokna at hava ein møguleika at vinna Talent 2010. Leygarkvøldið fer 25 ára gamla sangarinnan á pall á føroyska vertshúsinum í Keypmannahavn, Skarv. Við sær hevur hon m.a. so frægar tónleikarar, sum Arnold Ludvig. Hesin føroyski bassleikarin, sum avgjørt verður taldur millum Føroya bestu bassleikarar, býr í Keypmannahavn, har hann saman við Onnu Iachino hevur bólkin MonkeyRat, sum í hesum døgum liggur ovaliga í 15 Teim Bestu í ÚF.

Sahra og Arnold hava annars Alain Apaloo - guitar og vokal, og Jens

Stoklund - trummur,

við sær á pall leygarkvøldið.