Tað hevur skapt nakað av órógvi, at Fótbóltssamband Føroya hevur valt at framskunda 13. umfar í Effodeildini, soleiðis at tað verður spælt nú sunnudagin, tá ið tað annars upprunaliga skuldi vera frívikuskifti. Orsøkin til framskundingina er, at føroyska landsliðið skal spæla venjingardyst ímóti Kosovo í Frankfurt fríggjadagin 3. juni.
Fleiri av leikarunum í Effodeildini ætlaðu at gagnnýta hetta frívikuskiftið til ymiskt privat, og sum in.fo áður hevur skrivað, so skal Árni Frederiksberg giftast hendan dagin. At dystur nú skal spælast hendan dagin hóast alt, er tískil komið tvørt fyri hjá NSÍ-leikaranum.
Les eisini: Árni skal giftast – missir oddadyst
Eisini í AB høvdu leikarar lagt sær ætlanir hendan dagin. Heðin Stenberg, málverji, skuldi eftir ætlan vera í Danmark hendan dagin, meðan Bárður Olsen og unnustan hava lagt barnadópin hjá soninum hendan dagin.
- Tað er óheppið, at FSF velur at framskunda umfarið. Summir hava lagt sær ætlanir fyri hetta vikuskiftið, og eitt annað er tað, at teir leggja dystin inn í eitt frammanundan tætt programm. Spælararnir eru útslitnir. Onkur hevur spælt fimm dystir upp á 14 dagar, og tað er óhoyrt, sigur venjarin hjá AB, Trygvi Mortensen, og heldur fram:
- Eg haldi tað er arrogant og illa umhugsað bara at flyta dystin frameftir, men vit mugu bara virða tað, sum teir siga. Tað er ov lætt hjá teimum at siga, at feløgini bara kunnu finna útav tí innanhýsis, tí hvat skulu vit annars hava eina kappingarnevnd til, spyr Trygvi.
Les eisini: 13. umfar spælt sum álagt
Spurdur, hvussu Trygvi sjálvur hevði greitt hesa støðuna, svarar hann, at hann hevði lagt umfarið aftaná landsdystin. AB og hini liðini hava fram til í annaðkvøld at innanhýsis fáa lagt dystin ein annan dag, men enn hava AB og ÍF, sum altso í løtuni standa til at dystast sunnudagin, ikki tosað saman.
Skráin fyri 13. umfar í Effodeildini sunnudagin sær fyribils soleiðis út:
KÍ-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
AB-ÍF (17.15) Beinleiðis á Rás2
B36-Skála (15.00) Beinleiðis á Rás2
B68-TB (15.00)
Víkingur-HB (15.00)