Arsenal kann vinna bæði Premier League og Champions League

Við 2-0 sigrinum á AC Milan ígjár gjørdist Arsenal fyrsta enska liðið, sum hevur vunnið á AC Milan á San Siro. ?Vit eru á odda í Premier League, og eru komnir í fjórðingsfinaluna í Champions League við at vinna á evropeisku meistarunum á heimavølli teirra. So hví kunnu vit ikki vinna bæði Champions League og Premier League?? segði ein sera bjartskygdur Cesc Fabregas við enskar fjølmiðlar aftaná dystin á San Siro ígjár. ?Ì dag hava allir okkara leikarar, líka frá málverja til teir, sum sita á beinkinum fingið sjálvsálitið aftur. Tí hesin sigurin merkir, at vit í Arsenal kunnu vinna á øllum liðum í Heiminum.? Arsene Wenger er eitt sindur meira varin: ?Champions League kappingin verður hørð nú. Hetta er ein Cup-kapping, og vit mugu taka kappingina ein dyst í senn.?