Arsenal og FCK hvørsína lagnu

Arsenal vann í kvøld á Udinese og er komið í bólkaspælið í Champions League. Verri gekk hjá FCK, sum skuldi vinna við trimum fyri at koma víðari. Teir taptu í evstu løtu í Tjekkia og taptu greitt samanlagt.

 

Tað var stórt trýst á Arsenal undan seinni uppgerðini í undankappingini í Champions League. Finalistarnir frá 2006 vunnu fyrra dystin 1-0 á Emirates leikvøllinum. Udinese kom á odda í fyrra hálvleiki við málið, ið Antonio Di Natale skoraði.

 

Í hálvleikinum var samanlagt javnt, men í seinna hálvleiki kom Arsenal í gongd. Fyrst javnaði Robin van Persie og løtu seinni tryggjaði Theo Walcott Arsenal eitt pláss í Champions League bólkaspælinum.

 

Uppgávan hjá FCK var torfør. 3-1 tapið í Parkini merkti, at FCK skuldi skora minst tríggjar ferðir í útidystinum í Tjekkia móti Viktoria Plzen. FCK kom væl frá byrjan, tá Bolanos legði FCK á odda. Støðan helt sær nakað inn í seinna hálvleik, tá Bakos javnaði fyri Plzen. Stutt fyri dystarenda legði Michael Duris Plzen á odda. Dysturin endaði við tapi og tí er FCK ikki partur av bólkaspælinum í Champions League í ár.

 

Millum liðini, ið vunnu seg í bólkaspælið í kvøld vóru Benfica og Lyon.