Arsenal rennur aftaná

Meðan Chelsea og Manchester United hava styrkt munandi um hópin, gongur heldur striltið hjá Arsenal. Felagið hevur mist størsta profilin á liðnum seinnu árini, og higartil er eingin stórvegis styrkur komin

Um ein góðan mánað fer Premier League aftur av bakkastokki. Eins og undarfarna ár hava feløgini verið í pengapunginum og roynt at tryggja sær kærkomnan styrk. Kortini er rættuliga misjavnt, hvussu tað hevur eydnast ymisku feløgunum at finna røttu leikarnar. Meðan summi feløg longu hava fingið fatur á leikarunum, tey hava dyrgt eftir, gongur heldur truplari hjá øðrum.

Styrkt Chelsea
Chelsea hevur aftur í summar styrkt munandi um hópin. Asier Del Horno, ið hevði eitt gott kappingarár í spanska felagnum Athletic Bilbao, skrivaði tíðliga í summar undir avtalu við ensku meistararnar, og Scott Sinclair er eisini komin úr Bristol Rovers. Eisini er avtala gjørd við Shaun Wright-Phillips, og eftir útlegd í Milan í eitt ár, vendir vandamikli framherjin, Hernan Crespo, eisini aftur til Chelsea.
Tó hevur frágongdin verið stór. Teir tríggir, Mateja Kezman, Scott Parker og Mikael Forsell, ið ongantíð slógu ígjøgnum í felagnum, hava allir valt at fara aðrar leiðir.
Lítið og einki verið at hoyrt um grannarnar úr Arsenal, sum flestu vænta aftur í ár fara at liggja í oddinum við Chelsea og Manchester United. Higartil er bara Alexander Hleb komin úr týska Stuttgart. Í farnu viku skrivaði størsta stjørnan á liðnum seinastu árini, Patrick Vieira, undir við Juventus, og fyrr í summar mistu teir braslianska miðvallaran Edu til Valencia.
Kappingarárið í fjør hilnaðist ikki nakað serligt hjá Manchester United. Eitt triðja pláss í Premier League og tap í FA Cup finaluni var ikki nøktandi, og hevur liðið tí styrkt hópin til komandi kappingarár.
Stóri trupulleikin á liðnum seinnu árini hevur serliga verið málverjin. Fleiri hava roynt at lyft arvin eftir Peter Schmeichel, men enn hevur tað ikki eydnast nøkrum teirra. Men nú tykist trupulleikin at verða loystur. Felagið skrivaði fyrr í summar undir avtalu við Edwin Van Der Sar, ið er komin úr Fulham.
Eisini er miðvallarleikarin Ji-Sung Park komin úr PSV eftir eitt framúr gott ár í hollendska felagnum. Hann verður tann fyrsti koreanarin í Premier League nakrantíð.
Saman við Chelsea, Arsenal og Manchester United má Liverpool verða eitt gott boð upp á ein møguligan meistara komandi kappingarár. Nýkosnu Champions League vinnarnir hava styrkt hópin við Boudewijn Zenden, Antonio Barragan, José Reina, Mohamed Sissoko og Peter Crouch. Eisini er leiguavtala gjørd við Mark Gonzalez.

Dani til Everton
Everton tók í fjør øll og alt á bóli og endaði á einum fjórða plássi í Premier League, ið eisini gevur atgongd til Champions League. Fleiri søgur hava verið at hoyrt um leikarar, ið skuldu veri á veg til Everton. Men enn eru bara Simon Davies og danin Per Krøldrup komnir úr ávíkavist Tottenham og Udinese.
Málsetningurin hjá bæði Tottenham og Newcastle seinnu árini hevur verið at koma upp í oddin aftur. Men hetta hevur ikki hilnast nakað serligt. Bæði liðini endaðu í miðjuni farna kappingarár og tað var ikki nøktandi.
Nógv rok hevur verið um skiftið hjá stjóranum í Tottenham, Frank Arnesen, til Chelsea. Tó hevur felagið styrkt hópin við stjørnuskotunum, Aaron Lennon og Wayne Routledge. Aftrat teimum eru Paul Stalteri og Teemu Tainio eisini komnir.
Hjá Newcastle hevur talan eisini verið um tilgongd. Scott Parker er komin úr Chelsea, meðan turkiski miðvallarin Belozoglu Emre hevur skift bláu strípurnar hjá Inter út við hvítu strípurnar hjá Newcastle.

Trupult hjá uppflytarunum
Seinnu árini hevur tað víst seg at vera sera trupult hjá uppflytarunum at verða verandi í deildini. Soleiðis verður helst eisini í ár. Hjá Wigan, sum í ár fer leika í Premier League á fyrsta sinni, hevur talan ikki verið um nakran serligan styrk. West Ham hevur fingið málverjan Roy Carrol sum tað stóra navnið, meðan Sunderland hevur fingið unga framherjan Jon Stead úr Blackburn.

Myndatekstur:
Fyrrverandi liðformaðurin hjá Arsenal, Patrick Vieira, hevur nú skrivað undir við italska meistaraliðið Juventus. Spurningurin er, hvussu Arsenal fer at standa seg uttan sterka miðvallaran


Faktabox:

Dýrastu handlarnir í summar

Shaun Wright-PhillipsChelseaManchester City£21,000,000
Alexander HlebArsenalVfB Stuttgart £9,940,000
Asier Del HornoChelseaAthletic Bilbao£8,000,000
Yakubu AyegbiniMiddlesbroughPortsmouth£7,500,000
Peter CrouchLiverpoolSouthampton£7,000,000