Arsenal er í løtuni í holt við at keypa Mykhailo Mudryk frá ukrainska felagnum Shakhtar Donetsk. Arsenal er í løtuni oddalið í Premier League og hevur verið sett í samband við ukrainska vongin í eina tíð. Landskappingini í Ukraina hevur verið merkt av russisku innrásini, og spælarar hava fingið loyvið at uppsiga sínar sáttmálar við feløg í Ukreina. Nakað, sum forsetin í Shakhtar Donetsk, hevur talaða harðliga at, tí tað trýstir prísin niður á spælarum.
Tað er tó ikki tilfeldið við Mykhailo Mudryk. Shakhtar Donetsk hevur váttað, at felagið er í samráðingum við Arsenal um eina sølu av Mykhailo Mudryk, men at fyrsta boðið var ov lágt. Tað verður mett, at Arsenal bjóðaði eina lítla hálva milliard krónur, men at Shakhtar Donetsk vil hava enn fleiri milliónir krónur fyri 21 ára gamla vongin, sum eisini verður nevndur tann ukrainski Neymar.
Ítróttarskrivarar siga á Twitter, at talan er um samráðingar, ið væntast at koma á mál, tí talan er í størri mun er um gjaldstreytirnar, heldur enn samlaða prísin.
Mykhailo Mudryk sendi eina heilsan til viðhaldsfólkini hjá Arsenal, tá hann legði út á sosialu miðlarnar, at hann hugdi eftir dystinum millum Arsenal og West Ham. Hetta verður sæð sum eitt tekin um, at 21 ára gamla stjørnuskotið hevur góðan hug á Arsenal, sum er oddalið í Premier League.