Eftir ein vetrarsteðg, byrjaði Champions League kappingin aftur í seinastu viku, tá fyrstu áttandapartsfinalurnar vóru spældar.
Og aftur í kvøld eru áttandapartsfinalur á skránni. Talan er um verulig brak í báðum dystunum.
Í London í Onglandi skal Arsenal taka ímóti verandi Champions League vinnarunum, FC Barcelona, sum hetta seinasta árið hava verið suverent tað besta liðið í Europa. FC Barcelona má undan dystinum metast sum ein greiður favorittur. Teir hava ongan dyst tapt síðani fyrst í oktober í farna árið, meðan Arsenal ikki hevur verið so sannførandi í hesum nýggja árinum.
Í hinum dystinum møtast tvey stórlið eisini. Italsku meistararnir, Juventus, taka tá á heimavølli ímóti týsku meistarunum, FC Bayern Munchen.
Juventus kom í fjør í finaluna í Champions League kappingini, sum teir taptu móti FC Barcelona. Og Bayern Munchen var útsligið í hálvfinaluni av júst FC Barcelona eisini.
Tað er lítil ivi um, at Bayern Munchen í ár ætlar sær at vinna Champions League kappingina. Bayern Munchen venjarin, Pep Guardiola, sum annars hevur avrikað sannførandi í heimligu kappingini við Bayern Munchen, hevur enn ikki vunnið Champions League steypið við týska felagnum. Og av tí at hann í summar skiftir til Manchester City, er lítil ivi um, at týska felagið leggur alt fyri at vinna kappingina við stóru oyrunum í ár.
Báðir tveir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19:45.
Dystirnir í kvøld:
Arsenal – FC Barcelona
Juventus – FC Bayern Munchen