Ikki var tað í mínum tonkum, at ein tilnevning til ársins ítróttanavn í Føroyum í samband við eina undirhaldssending í Kringvarpinum á nýggjárinum skuldi enda sum stórmál í Degi og Viku.
Eitt er, at onkur gevur ilt av sær á sosialum miðlum, um hví hesin ella hasin ikki er í uppskoti heldur enn onkur av teimum, sum dómsnevndin, ið eg sjálvur var partur av, hevði innstillað. Einki forgjørt er í einum lívligum orðaskifti, sama um tað, ið kjakast verður um, kann tykjast at hava lítið upp á seg. Men at tilnevningin hjá hesi góðu dómsnevnd er so áhugaverd, at hon nú gongur sum framhaldssøga í Degi og Viku, vildi eg forsvorið.
Starsvfelagin Høgni Mohr tykist at halda, at havrøðarin Livar Nysted hevur verið fyri vanbýti, tá ið dómsnevndin gjørdi sína innstilling. Sama heldur Livar Nysted sjálvur. Leitað hevur verið í Havn eftir ÍSF-forsetanum, sum eisini sat í nú illa gitnu dómsnevndini, men vágbingurin og hvannasundsmaðurin komu á stongdar dyr í ÍSF-húsinum í Gundadali.
2. akt av sama harmleiki var á skránni í kvøld. Víst varð á, at tá ið Ovi Joensen og Sigurð Lamhauge hava vunnið støðu sum avrekskappar, so fær tað ikki verið annað enn ein háðan móti Livari Nysted, at hann ikki er í uppskoti til heiðurin sum ársins ítróttafólk í Føroyum. Ítróttakvinna við venjararoyndum, ið tíðindamaðurin hitti á Tórsbreyt, helt eisini, at her var órættur framdur móti forsmádda sjógarpinum úr Hvannasundi.
Næsta stigið hjá tíðindamanninum í hesum harmleiki verður kanska at søkja um innlit í málsviðgerðina hjá dómsnevndini, ella hvussu? Eg bíði spentur mánakvøldið.
ÍSF-forsetin hevur einki viljað sagt um málið í fjølmiðlunum, og hví skal hann tað? Dómsnevndin hevur gjørt sína tilnevning og hevur grundgivið fyri henni. At fara at grundgeva fyri hvørjum frávali hevði verið høpisleyst. Men nú málið er skúmað so upp, havi eg kortini hug at gera nakrar fáar viðmerkingar.
Teir, ið skipaðu fyri nýggjárssendingini, heittu á okkum fýra, Petur Elias Petersen, ÍSF-forseta, Sølva Reinert Hansen, føroyskan lim í altjóða oyggjaleikanevndini, Sigruna Mikkelsen, fyrrverandi ítróttafólk og venjari, og undirritaða, sum umboð fyri ítróttamiðlarnar, at tilnevna fimm nøvn til atkvøðugreiðslu um ársins ítróttafólk í Føroyum 2013.
Kriterini høvdu fyrireikararnir orðað so:
Tey innstillaðu skuldu antin hava:
- gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi
- gjørt vart við seg í síni ítróttagrein
- gjørt vart við seg í góðum liðavriki
- gjørt stór framstig í síni ítróttagrein
- skapt frambrot í ítróttinum
Vit hittust á fundi í ÍSF-húsinum í døgunum millum jóla og nýggjárs. Har samdust vit um tilnevningina. Fleiri onnur nøvn enn tey tilnevndu vóru rímiligt eisini umrødd, men tá ið til stykkis kom, vóru vit kortini ógvuliga samd.
Viðvíkjandi atfinningunum móti dómsnevndini, sum ikki hevði Livar Nysted í uppskoti, havi eg sjálvur hesar viðmerkingar:
Við allari virðing fyri tí, sum Livar og hansara menn hava útint á sjónum, so haldi eg tað vera umráðandi at gera greitt, at tingini mugu ikki koma í bland. Í mínum huga var okkara uppgáva at finna tey, sum hava fingið bestu úrslitini í skipaðum ítróttarkappingum millum mótstøðufólk, ið kappast á jøvnum føti.
Havrógvingin hjá Livari er nakað annað. Hann er ikki í kapping móti øðrum, mest móti sær sjálvum. Hann og hinir eru víkingar, sum bjóða frumkreftunum av. Er nakar kappingarneyti, so eru tað aðrir, sum hava roynt seg á sama teini fyrr. Fari eg skeivur, tá eg haldi, at skalt tú vinna á øðrum í slíkari kapping, er umráðandi, at byrurin eisini er tær blíður, so at vánalig veðurlíkindi ella annar mótburður, sum aðrir kanska hava kent sviðan av, ikki leggur tær meinbogar í vegin? Eg veit einki um, at Livar og hansara garpar hava verið hepnari á sínari ferð enn aðrir, men ivin kann gera sítt til at máá støðið undan fyritreytunum fyri at veita hesum slagnum av ítrótti gildi sum kappingarítrótt á jøvnum føti við tær meira klassisku ítróttagreinarnar.
At Livar og hansara menn hava framt eitt roysni eri eg ivaleysur um. Men at sammeta Livar við eitt nú Pál Joensen er eftir mínum tykki høpisleyst, tí tað er hvørt sítt. Annað er meira hevdvunnin ítróttur, ið grundaður er á úrslit, avrik og met, ið kunnu vigast og mátast og samanberast, hitt er heldur eitt ódefinertbart roysni, útint undir primitivum umstøðum við ongum veruligum kappingarneytum ella tíansheldur eftir neyvt ásettum kappingarreglum.
Skal havrógving javnsetast við meira skipaðan kappingarítrótt, tá er so nógv annað, ið eisini má undir sjóneykuna, um eitt ársins ítróttanavn aftur skal kjósast. Tí hvat við teimum, sum eftir einum ári stríða seg upp á hvønn fjallatind í Føroyum - onkur við insulinpumpu? Fyri ikki at tala um tey, sum herja á hægstu fjøll úti í heimi? Ella pensjónistar, sum renna marathon? Alt er relativt. Sjálvt um kappingarneytin ikki er nakar annar enn tú sjálvur.
Í mínum huga eiga tey at tilnevnast, sum hava heilt ítøkilig úrslit at vísa á; eitt meistaraheiti, eitt gullheiðursmerki, eitt met, ein stórmeistaranorm, o.s.fr. Sovorðið, sum tey hava vunnið í harðari kapping á jøvnum føti við aðrar harðar kappingarneytar. Soleiðis má tað vera. Annars verður tað for diffust eftir mínum tykki.
Livar Nysted er vónsvikin. Eg skilji hann upp á ein máta. Men eftir mínum tykki eru eisini aðrir, sum hava líka góðan rætt at vera vónsviknir. T.d. hondbóltsspælarin Jóhan á Plógv ella svimjarin Magnus Jákupsson. Og kanska onnur við teimum. Men okkara tilnevning er eingin ævigur sannleiki, bara ein tilnevning, sum fýra fólk í einari hissini settari dómsnevnd samdust um.
Eitt kenni eg meg tó fullvísan í, og tað er, at vinnarin var tann einasti rætti. Vit hava nógv dugnalig ítróttafólk, men bara eitt, sum er í heimsflokki.
Suni Merkistein